Dagstovnurin Hans Andrias Djurhuus

Dagstovnurin Hans Andrias Djurhuus ein stovnur undir Tórshavnar kommunu.

Stovnurin læt upp 8.oktober 2004 - og fekk nýtt navn Dagstovnurin Hans Andrias Djurhuus 20.oktober 2021.

Á stovninum ganga børn í aldrinum 0-7 ár .Á stovninum eru fýra stovur. Tvær vøggustovur, sum eita Onnustova og Elsustova. Tvær. Barnagarðsstovur sum eita Klæmintsstova og Marinarstova 18.børn. 

Vit hava eisini stovu fyri børn við imunverjusjúkum. Stovan eitur Glæman. Tað er Tórshavnar kommuna, sum umsitur hvør kemur á stovuna.

 

Okkara mál er

At vit, sum eru her dagliga,foreldur,børn og starvsfólk hava ein stovn, har vit øll kenna okkum væl, har vit virða hvønn annan og hava umsorgan fyri hvørjum øðrum.

At skapa rúm og tíð so børnini kunnu mennast – at tey vaksnu vísa virðing fyri kenslunum hjá barninum – at verða til reiðar at stuðla barninum á tí støði barnið er – at vísa tolsemi og hava álit á hvørjum øðrum – at læra børnini at finna hvíld at vera seg sjálvi og velja sjálvi – at tosa um hvussu vit hava tað – at øll eru góð til okkurt – at hjálpa hvørjum øðrum – at tosa ordiligt við hvønn annan og um hvønn annan. Her arga vit ikki – her takað vit væl ímóti nýggjum børnum og foreldrum.

Vit vænta

At tit sum foreldur taka ábyrgd av menningini hjá barninum – at foreldrini tosa virðiliga um børn, foreldur og starvsfólk á stovninum – at foreldrini hava álit á starvsfólkunum – at foreldrini tosa við starvsfólkini um ónøgd, ikki við børn ella onnur foreldur – at foreldrini eru opin fyri positivum samstarvi – at foreldrini eru reiðilig í samstarvinum – at foreldrini møta til foreldrafundir, foreldraviðtalur og onnur tiltøk, stovnurin skipar fyri.

Tilvenjing

Fyri at barnið skal fáa eina góða byrjan hevur tað stóran týdning, at foreldrini geva sær góðar stundir, tá ið barnið byrjar á stovninum.

Tað er umráðandi, at bæði foreldrini og børn føla seg trygg tá barnið verður avleverað til okkum. Tað er umráðandi at siga farvæl og vinka, soleiðis at barnið veit, at tit fara. Hetta skapar tryggleika fyri barnið. Vit finna ein máta, sum hóskar til tykkara barn at siga farvæl uppá.

Tað er týdningarmikið, at tit siga einum vaksnum á stovuni frá, tá tit koma  og tá tit fara við barninum.  Um onkur annar enn tit sjálvið koma eftur barninum, skulu tit siga okkum frá hesum. Vit hava ikki loyvi at lata barnið fara avstað við onkrum, sum vit ikki kenna.                                                      

Foreldur og avvarðandi eru altíð vælkomin at stegða á og práta við okkum.