Innleiðing

Sorg- og tilbúgvingarætlanin fyri Dagstovnin við Landavegin hevur tað endamál, at stovnurin hevur eina felags tilgongd at ganga útfrá, tá ólukkan, sorgin ella deyðin rakar eitt av børnunum ella starvsfólkunum.

Sorg- og tilbúgvingarætlanin skal ikki skiljast sum ein uppskrift, men heldur sum ein vegleiðandi ætlan, sum ger tað møguligt at handla og harvið hjálpa og stuðla á besta hátt. Tað kunnu vera støður, har tað er neyðugt at fylgja eini serstakari ætlan. Ætlanin við sorg- og tilbúgvingarætlanini er, at eingin, sum skal hjálpa ella stuðla, skal føla, at tey ikki kunnu gera okkurt.

Sorg- og tilbúgvingarætlanin skal heldur ikki hugsast sum ein liðug ætlan. Tað er umráðandi, at øll starvsfólk og leiðslan – serliga eftir at hava brúkt sorg- og tilbúgvingarætlanina ger eina eftirmeting, so at sorg- og tilbúgvingarætlanin kann blíva rættað enn meir til.

Øll kunnu verða rakt av sorg. Sum vaksin hava vit øll ábyrgd av, at tey, sum eru rakt av tilburðinum, ikki føla seg gloymd og einsamøll í eini støðu, sum er trupul at fáast við. Tí er tað umráðandi, at vit taka felags ábyrgd at hjálpa børnunum og starvsfeløgunum, sum verða rakt av sorg.

Tað er sjálvandi eisini møguligt, um ein starvfelagi, sum verður innblandaður í eina sorgarstøðu, og sum ikki klárar at vera til staðar í sínum vanliga arbeiði, verður frítikin frá arbeiðinum ta tíð, støðan er so ring.

Tær fýra fasurnar í sorgini:

Sjokkfasan: Rakar beinanvegin ella nøkur samdøgur seinni

Reaktiónsfasan: Kann vara í fleiri vikur

Viðgerðarfasan: Kann vara yvir eitt ár

Nýhugsanar fasan: Ein fasa har hugt verður frameftir í lívinum.

Børnini á stovninum

Tá vit missa eitt menniskja, sum vit hava knýtt okkum at, syrgja vit. Øll mugu minnast til, at missur eftir hjúnaskilnað, manglandi umsorgan ella ágang og líknandi eisini kunnu elva til sorg. Tann sorgin, vit merkja, tá vit missa onkran við deyða, er kanska tann ringasta, men aðrir møguleikar eru ikki at undirmeta. Vit skulu tí vera á varðhaldi fyri teimum børnum, sum merkja sorgina.

Tað er umráðandi at lurta og virða teir tankar og kenslur, sum menniskju í sorg hava. Nógv halda, at tað er kanska best einki at gera, tí eftir at eitt menniskja er rakt av sorg, so er best, at tey fáa frið.

Men fyri nógv menniskju kann tað av nógvum orsøkum vera trupult at fyrihalda seg til deyða og sorg. Í máttloysi er tað oftani so, at lættast er einki at gera, men tað er tað ringasta, vit kunnu gera, tí skulu vit minnast til hetta:

  • Lurta og ver nærverandi
  • Ger ikki alt til smáputl
  • Allar kenslur eru í lagi í sambandi við sorg, og tað er ikki ein ávís mannagongd, sum sorgin verður viðgjørd upp á
  • At vera keddur er so nógv
  • Hugsa um at syrgjitilgongdin tekur tíð
  • Broyttur verumáti

Ólukkur í stovnstíðini

Tá ólukkan er á stovninum:

Námsfrøðingurin finnur út av, hvør ólukkan ella skaðin er, og hvussu umfatandi.

Síðan skal leiðarin fáa boð um ólukkuna ella skaðan.

Eru vit í iva um, hvussu barnið er fyri eftir ólukkuna ella skaðan, seta vit okkum í samband við foreldrini. Barnið skal vera undir vasknamanna eygum, til samband er fingið við foreldrini ella til ein annar, sum kemur í foreldranna stað, kemur eftir barninum. Tá skulu vit hava fingið at vita frá foreldrunum, hvør kemur eftir barninum.

Tá tað er neyðugt at fara beinleiðis við barninum á sjúkrahús/lækna ella skaðastovu, skal leiðarin hava boð um tað, og leiðarin tekur avgerð um, hvør fer á skaðastovuna við barninum. Leiðarin samskipar síðan kunning við foreldur og stovuna.

Foreldur at barninum á stovuni kunna verða kunnað, um leiðarin metir, at tað skal gerast.

Á túri út av stovninum:

Tá ólukkan hendir, er umráðandi at fáa ró á, so skjótt tað er gjørligt, og verja børnini móti at síggja, hvat er hent.

Við fartelefon verður frá stovninum ringt eftir hjálp at koma eftir børnunum.

Starvsfólk fer við tí skadda barninum á skaðastovuna/lækna ella sjúkrahús, um tað er neyðugt. Tey, sum eru eftir, vera hjá børnunum, til hjálpin er komin.

Børnini vera síðan á stovninum restina av degnum. Námsfrøðingarnir ella leiðarin og møguligur sálarfrøðingur vera hjá børnunum. Leiðarin kann taka stig til kunnandi fund á stovninum við foreldrini fyri at greiða frá, hvat tað er, sum er hent. Sama dag verða hini starvsfólkini kunnað um støðuna. Umboð fyri Barna - & Ungdómsdeildina vera við á fundinum.

Leiðarin kunnar øll foreldur á stovuni og stovninum við at ringja til tey og greiða frá, hvat er hent, og hvør er skaddur v.m.

Um eitt barn verður rakt av sorg vegna hjúnaskilnað, álvarsligu sjúku ella annar ógvusligan tilburð

Tað starvsfólkið, sum fyrst fær vitan um hetta, setur seg í samband við leiðaran.

Leiðarans ábyrgdarøki:

Leiðarin setur seg í samband við námsfrøðingin á stovuni og aðrar kontaktpersónar. Leiðarin fylgir við støðuni og stuðlar námsfrøðinginum í hansara arbeiði.

Ábyrgd hjá námsfrøðinginum:

Námsfrøðingurin setur seg í samband við heimið. Sambandið verður varðveitt alla tíðina. Í sambandi við hjúnaskilnað er tað umráðandi, at samband er við foreldrini at barninum.

Vit bjóða foreldrunum til ein fund, har vit millum annað tosa um:

  • Hvussu skal samstarvið við heimið vera?
  • Hvør skal kunnast?
  • Hvat vænta foreldrini av stovninum?
  • Hvørja hjálp kunnu vit bjóða?
  • Hvat gera vit? T.d. leggja eina ætlan fyri tíðarskeiði?
  • Hvør kunnar barnið, ella hvussu skal tað gerast?
  • Skulu børnini á stovuni hava tað at vita, ella hvussu gera vit?
  • Skulu onnur foreldur á stovuni hava boð fyri at mana slatur burtur?
  • Tá álvarslig sjúka er, lata vit barnið fáa eina heilsan, t.d., yrking, tekning, klipp ella líknandi
  • Vit spyrja av og á, hvussu gongst.

Um námsfrøðingurin metir, at tørvur er at kunna foreldrini á stovuni, kann tað gerast í samráð við leiðaran og foreldrini at barninum.

Um eitt barn missir ein av sýnum nærmastu í familjuni

Nærmasta familja verður lýst sum foreldur, systkin ella verjar, umsorganarpersónar ella ommur og abbar. Tað starvsfólkið, sum fyrst hoyrir um hendingina, boðar leiðaranum frá beinanvegin, sum síðan samskipar tað, sum skal fyrireikast.

Leiðarans ábyrgdarøki:

  • Leiðslan kunnar námsfrøðingin á stovuni um støðurna. Møguliga aðrar ábyrgdarpersónar eisini
  • Starvsfólkini á stovninum fáa kunning umvegis kunningarbókina, sum er í gongini við skrivstovuna
  • Tey starvsfólk, sum eru heima, fáa boð frá leiðaranum, sum ringir til teirra

Ábyrgdarøki hjá námsfrøðinginum:

  • Leiðslan og námsfrøðingurin senda blómur til heimið – við persónligari heilsan
  • Námsfrøðingurin setur seg í samband við heimið hjá barninum
  • Familjan kann siga frá, hvat skal sigast og ikki
  • Møgulig heimavitjan
  • Børnini fáa kunnig á stovuni, um tað er ynski um tað
  • Leysasøgur verða støðgaðar
  • Kann stovan vera til hjálpar fyri tey avarðandi?
  • Um tað er neyðugt, verður sálarfrøðingur biðin um at koma á stovuna
  • Námsfrøðingurin spyr av og á, hvussu gongst
  • Minnist til, hvør støðan hjá barninum er

Um námsfrøðingurin metir, at tørvur er á at kunna foreldrini á stovuni, kann tað gerast í samráð við leiðaran og foreldrini at barninum.

Tá barnið kemur aftur á stovnin:

  • Barnið ella familjan kunnu siga frá, hvussu tey vilja verða móttikin, tá tey koma
  • Fyrireika børnini eftir førimuni, t.d. tosa um, hvussu og hvat tað er at missa, og at tað eru ymiskir mátar at syrgja uppá
  • Øll verða kunnað um, at tað kann taka nakað av tíð, áðrenn barnið er væl fyri aftur, men virð barnið, um tað ikki hevur hug at tosa um sorgina

Um eitt barn doyr

Tað starvsfólkið, sum fyrst fær deyðsboðini, setur seg í samband við leiðaran beinanvegin.

Leiðarans ábyrgdarøki:

  • Fløggini verða vundin í hálva stong sama dag, og tann dagin jarðarferðin er
  • Øll starvsfólkini fáa boð beinanvegin og tey, sum ikki eru til arbeiðis
  • Foreldrini at teimum børnum, sum ikki eru á stovni sama dag, fáa boð
  • Minningarløta verður á stovninum, og leiðarin tekur støðu til, hvør skal vera við
  • Blómutyssi verður sent heim við eini persónligari heilsan
  • Leiðarin hevur ábyrgd av, at starvsfólkini á stovuni fáa tann neyðuga stuðlin, so tey kunnu útinna sín gerandisdag
  • Leiðarin hevur ábyrgd av, at foreldrini verða væl kunnað, og at foreldrini kunnu fáa hjálp frá sálarfrøðingi

Ábyrgd hjá námsfrøðinginum:

  • Setur seg í samband við heimið beinanvegin við møguligari heimavitjan, har leiðarin og námsfrøðingurin fara at vitja
  • Familjan fær møguleikan at koma við ynskjum, hvussu tey vilja hava, hvat stovnurin ger, og hvørjar upplýsingar stovnurin kann almannakunngera
  • Avtala verður gjørd við heimið, hvør umboðar stovnin til jarðarferðina
  • Familjan fær at vita, hvat stovnurin fer at gera í støðuni
  • Børnini fáa kunning
  • Avtala kann verða gjørd um, at tað er ein frá stovninum, sum hevur samband við foreldrini
  • Ver greiður yvir, at tað kunnu koma reaksjónir, eisini eftir at ein tíð er umliðin.

Stovan:

  • Stovan verður kunnað um deyðsboðini
  • Tosað verður um deyða barnið, góð minni, kertuljós kunnu verða tendrað sum minni um tað deyða barnið
  • Børnini kunnu tekna, mála ella skriva yrkingar, sum síðan verða send sum ein heilsan frá børnunum
  • Avtala kann verða gjørd á stovuni, hvussu børnini vilja minnast tann deyða
  • Um familjan ynskir, at børnini eru við til jarðarferðina, kunnu tey tað saman við foreldrunum at børnununum á stovuni
  • Eftir jarðarferðina kunnu børnini fara á grøvina við blómum